Uttanlands

Nikolai prinsur slapp inn á Copenhagen Business School

Elsti ommusonurin hjá drotningini skal lesa Business Administration and Service Management

Nikolai prinsur í 50 ára føðingardagsveitslu hjá krúnprinsinum (Mynd: EPA)

Nikolai prinsur í 50 ára føðingardagsveitslu hjá krúnprinsinum (Mynd: EPA)

2019-07-26 20:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nikolai prinsur, ið er elsta ommubarnið hjá Margrethu drotning, er sloppin inn á Copenhagen Business school.

Hesum boðar kongshúsið frá í dag, sambært DR.

Tað er Business Administration and Service Management, sum hann skal lesa eftir summarfrítíðina.

Nikolai prinsur gleðir seg at byrja uppá útbúgvingina, sum er á enskum, og sum gevur góðar møguleikar fyri at koma víðari í vinnulívinum.

Til hesa útbúgvingina krevst í minsta lagi 8,9 í miðal fyri at sleppa inn. 823 fólk høvdu søkt inn á hesa útbúgvingina, og 185 eru sloppin inn.

Nikolai prinsur er 19 ár og bleiv liðugur á Herlufsholm Gymnasium í fjør summar. Síðani byrjaði hann á Hærens Sergentskole í Varde, men hann gavst stutt aftaná.

Síðan tá hevur hann m.a. arbeitt sum model.

[object Object]Mótasýning hjá Dior í Tokyo í fjør (Mynd: EPA)

Nikolai prinsur er elsti sonur Joachim prinsi og greivinnuni Alexandra. Tey vórðu skild í 2005.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder