Innanlands

Nógv fólk í býnum í nátt

Løgreglan hevur havt nógv at gera, men tó er talan ikki um nakað álvarsamt

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-09 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært løgregluni vóru nógv fólk í býnum í nátt, og eisini rættiliga nógv full fólk. Hetta hevur givið løgregluni fitt av arbeiði, men tó er talan ikki um nakað álvarsamt.

Ein maður tveitti ein lut eftir einum løgreglubili í miðbýnum í Havn, og fær tí 1000 krónur í bót fyri at bróta politiviðtøkunar.

Løgreglan hevur eisini verið á ymisku skeinkistøðunum í nátt við tí endamáli at forða fyri harðskapi, og í nátt varð heldur einki harðskapsmál skrásett.

Eisini hevur løgreglan kannað ferðsluna í Klaksvík í nátt. Tilsamans 25 bilar vórðu steðgaðir, men har var alt, sum tað átti at vera, sigur vakthavandi á politistøðiini við Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder