Innanlands

Nógv fólk til móttøku á Glasi

Heilt nógv fólk var samankomið til móttøku á Glasi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-09 18:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag var varð móttøka á Glasi í samband við, at bygningurin nú verður tikin í brúk. Heilt fitt av fólki var samankomið til móttøkuna, sum endaði fyri løtu síðani. Á skránni vóru røður, kórframførðslur og orkesturtónleikur. 

Hósdagin skulu næmingar fyrstu ferð í skúla í nýggja stásiliga bygninginum. Lærarar á skúlanum vóru spentir at byrja undirvísingina, hóast onkur teirra helt fyri, at tað verður ein avbjóðing at undirvísa í glasstovunum. 

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi segði í viðmerking við portalin, at hann var ógvuliga spentir at byrja undirvísingina á skúlanum. Hann segði at tað fór at vera ein stór broyting hjá ymiskum miðnámsskúlanæmingum at ganga í skúla saman við næmingum frá øðrum miðnámsskúlum, nú skúlarnir eru lagdir saman. 

Myndir frá tiltakinum síggjast her og her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder