Uttanlands

Nógv innbrot á Black Friday

Í pørtum av Jútlandi vóru óvanliga nógv innbrot í gjárkvøldið

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-11-24 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í USA hevur dagurin eftir stóru hátíðina, Thanksgiving, leingi merkt ein rúgva av ógvuliga góðum tilboðum í teimum ymiskum handlunum.

Undir heitinum Black Friday, hevur dagurin vundið uppá seg í Evropa seinastu árini - eisini her í Føroyum.

Í Danmark fingu fleiri húsarhald trupulleika av hesum í gjár. TV2 SYD skrivar, at í økinum Sydøstjylland vóru 13 innbrot í gjárkvøldið. Tjóvarnir høvdu gjørt sær dælt av, at nógv fólk vóru úti og jagstraðu góð tilboð á Black Friday. 

Fredericia var hart rakt av hesum; har vóru seks innbrot. Í Eysturjútlandi boðaði løgreglan eisini frá 13 innbrotum og í Suðurjútlandi vóru eisini fleiri. Harvið tykist hetta næstan vera eitt rák. Tað er vanligt, at tað eru sera nógv innbrot í pørtum av Danmark, tá jóladagarnir eru, og nógv fólk eru úti hjá øðrum og húsini harvið standa tóm.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder