Innanlands

Nógv størst arbeiðsloysi í Suðuroynni

Arbeiðsloysið í Suðuroynni er næstan fimm ferðir so stórt sum í Vágunum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-29 12:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðsloysið í Føroyum er 1,8%, men hetta talið verður nógv avskeplað av at ein sýsla hevur nógv størri arbeiðsloysið enn hinar sýslurnar. Arbeiðsloysið í Suðuroyar sýslu er 4,7%.

Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Vága sýslu við 0,8%, Norðstreymi við 0,9% og Norðoya og Sandoyar sýslum við 1,1%.
- So er eitt lítið glopp upp til Eysturoyar sýslu við 1,5% og Suðurstreym við 1,7%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,6%.

Í øllum sýslum er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága sýslu.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðstreymi og kvinnum í Vága sýslu við 0,6%, hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,2%, skrivar Hagstova Føroya.

Broytingin í arbeiðsloysinum í sýslunum  
Í flestu sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið – uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er hækkað úr 1,3 upp í 1,5%. Størsta minkingin er í Vágum úr 2,0 niður 0,8%. 

Verður hugt nøkur  ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars, og munurin heldur økist enn minkar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder