Fríggjadagin á middegi var freistin at lata inn uppskot til navn og búmerki til nýggja musikkskúlan í Havn.
Tórshavnar kommuna skipaði fyri navna- og bumerkjakapping fyri at fáa íblástur til, um navnið hjá Tórshavnar Musikkskúla yvirhøvur skal broytast.
Les eisini: Tórshavnar Musikkskúli skal hava navn og búmerki
Freistin var upprunaliga sett til farna mikudag á middegi, men mentanardeildin valdi at longja um freistina, fyri at fáa fleiri uppskot inn. Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, segði hósdagin, at beint fyri freistina mikudagin vóru uppskot komin frá 70 einstaklingum, og at talið var voksið upp í 130 hósdagin.
At leingja um freistina vísti seg at verða eitt gott hugskot, tí at tá freistin var farin fríggjadagin, høvdu enn fleiri einstaklingar sent uppskot inn til kommununa.
- Tá freistin var farin vóru komin inn uppskot frá umleið 162 persónum. Í allar flestum førum var talan um uppskot til navn, og summi fólk komu við fleiri uppskotum til nøvn. Nøkur fá uppskot vóru eisini til búmerki, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari.
Tórshavnar kommuna hevur tí tilskilað sær rættin til ikki at velja nakað av uppskotunum. Møguliga skiftir skúlin ikki navn, og fer so framhaldandi at eita Tórshavnar Musikkskúli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald