Tað komu ikki færri enn 22 umsóknir inn, sum allar vóru rættiliga áhugaverdar og viðkomandi. Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking. Tey skulu so verða framd í Klaksvíkar kommunu í 2021.
Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevdini fegnaðst um mongu umsóknirnar og breiddina í teimum, eins og tær fortelja, at her býr eitt rættiliga kreativt fólk í kommununi, sum vil so nógv á mentanarøkinum.
Tá ið talan var um so nógvar umsóknir, og í grunnum hesaferð vóru kr. 190.000,- at luta út av, var torført at nøkta teimum øllum til vildar. Fyri at kunna gera mun í onkrum føri, hevur tað so tíverri ávirkað til minni stuðul í øðrum føri. Hetta var so valið, sum Mentanarnevndin stóð fyri á fundinum fyrradagin, har umsóknirnar vóru til viðgerðar.
Mentanargrunnurin, ið er eitt gott íkast til mentanarlívið í kommununi, hevur nú verið 10 ár á baki, og eru vit helst komin hagar til, at hann kundi verðið dagførdur til komandi ár. Vónandi við eini størri avseting, sigur ein Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevdini, sum er fegin um, at tað í øllum førum hevur borið til at vera viðvirkandi til, at 22 rættiliga ymiskar og spennandi verkætlanir á mentanarøkinum fara av bakkastokki í 2021.
– Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald