Mánadagin varð 20 ára gamli rapparin XXXTentacion skotin og dripin í Florida í USA. Sambært løgregluni vóru tað tveir myrkir menn í hettutroyggjum, sum vóru á staðnum. Tann sum skeyt og drap XXXTentacion var í reyðari masku.
Frágreiðingin um hesar báðar menninar hevur fingið internetið á gos. Fleiri vilja verða við, at tað eru teir báðir rappararnir Soldier Kidd og Soldier Jojo, sum drupu XXXTentacion.
Ákærurnar hava tikið so nógv uppá seg, at hesir báðir hava verið noyddir at siga alment, at teir einki hava við drápið at gera.
Á sosialu miðlunum vísa fólk á, at Solider Jojo hevur víst seg fram í einari reyðari masku. Eisini skriva fólk, at rappararnir báðir keyptu sær mat út við frá matstovu, sum er tætt við har XXXTentacion varð skotin, skrivar TV2.
Eisini hava spekulatiónir verið um at XXXTentacion ikki er deyður, men at hetta er ein roynd at selja fløgur. Hetta avvísa lokalir myndugleikar, sum hava skjalprógvað, at ungi rapparin varð dripin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald