Uttanlands

Nøkur av teimum evakueraðu sleppa nú heim

Myndugleikarnir í Innaarsuit hava minkað um stongda økið

Mynd: Sermiisiaq.ag

Mynd: Sermiisiaq.ag

2018-07-17 11:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nakrir av íbúgvunum í Innaarsuit í Grønlandi hava nú fingið loyvi at fara heim. Íbúgvarnir vórðu evakueraði, tá eitt stórt ísfjall rak inn á fjørðin.

Vandi er um at har fer at brotna av ísfjallinum, og at hetta fer at skapa stórar flóðaldur. Tí vórðu tey, sum búgva tættast við vatnið evakueraði.

Nú hava tilbúgvingarmyndugleikarnir valt at minkað um stongda økið, so at nú bert eru 10 metrar upp í lendið, sum eru avbyrgdir, skrivar Sermitsiaq. Hetta merkir at summir av íbúgvunum sleppa heimaftur nú, men at aðrir ikki fáa loyvi til hetta. Fiskavirkið og elverkið í bygdini eru enn stongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder