placeholder
Innanlands

Norðlýsið: - Summartiltakið á Kalsoynni oyðilagt

Norðlýsið sigur, at tiltakið á Kalsoynni er oyðilagt, nú Strandferðslan hevur sett Sildberan at røkja kalsoyarleiðina í dag

2018-08-04 13:23 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í dag skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri stórum summartiltaki á Kalsoynni, har m.a. grilling og eydnuhjól verður á skránni, og klovnurin Bubu vitjar.

Norðlýsið skrivar tó á heimasíðuni, at av tí at Strandferðslan hevur tikið Sam úr sigling, sleppa bilar og bussar ikki til Kalsoyar, og fólk eru av tí sama strandað við persónbilum og campingbilum á Kalsoynni.

Sildberin er settur inn, sum einans tekur 40 fólk, og kommunan hevur sett ein buss at koyra ferðafólk í Kalsoynni, sum einans tekur 19 fólk, sigur Norðlýsið.

- Kalsoyingar eru ikki eins fyri lógini og onnur. Tey rinda sín góða skatt til samfelagið, men fáa ikki somu tænastu aftur, skrivar Norðlýsið.

- Síðani eru tað útlendingarnir, ið einamest ætla sær í Kalsoynna at síggja Kópakonuna og Kallin. Tey standa nipin á Varpinum í Klaksvík og hava sæð sínar ætlanir fara í vaskið. Fyri teirra viðkomandi verður so hesin parturin av Føroyum helst unexplored, sigur Norðlýsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder