
Seinastu dagarnar hevur nógv verið gitt um, hvønn Tjóðveldi fer at seta í landsstýrissessin í fiskivinnu- og samferðslumálum, sum Dennis Holm hevur røkt.
Í morgun skrivar Norðlýsið, at leirvíkingurin og fyrrverandi borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, verður nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Jóhan Christiansen fekk 125 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.
Miðilin skilir eisini, at Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, verður landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
Hon er frammamundan landsstýriskvinna og í almanna- og mentamálum.
Sirið Stenberg hevur sagt við útvarpið, at málið um nýtt landsstýrisfólk skal avgreiðast hesa vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald