
- Um vit skulu brúka fokus hjá KvF sum útgangsstøði, so eru Føroyar avmarkaðar til ein og sama bý, Tórshavn, meðan restin av landinum mest sum ikki eru til.
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum leggur ikki fingrarnar í milllum. Almenna Kringvarpið hugsavnar seg um Havnina, heldur hann.
- Vit hava til stuttleika gjøgnumgingið innsløgini í Degi og Viku higartil hesa vikuna og fingið staðfest, at mest sum øll innsløg snúgva seg um og verða gjørd í einum og sama staði í landinum: Tórshavn.
Hann nevnir dømi um, at bara eitt innslag hesa vikuna í Degi og viku hevur verið úr Klaksvík. Tað vardi í mesta lagi hálvan minutt, og snúði seg um at covid-19 testirnar vórðu fluttar oman á Vestara Havnarlag. Eitt innslag, sum blaðstjórin metir sum ífyllu.
So nevnir hann eisini skoytibreytina, sum upp í fleirir ferðir er flutt aftur og fram, og hevur verið umrødd í fleiri sendingum í Kvf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald