Norski forsætisráðharrin Erna Solberg hóttir nú við at norðmenn verða noyddir at arbeiða 43 tímar um vikuna, fyri at landið ikki skal minka um vælferðina. Orsøkin er at ov nógv eru, sum ikki arbeiða.
- Um vit ikki skulu skerja vælferðina, mugu fleiri byrja at arbeiða. Tað er týdningarmesta uppgávan hjá stjórnini. Til samanbering má vanliga arbeiðstíðin økja frá 37,5 tímar til 43 tímar um vikuna, um arbeiðsførið verður sum tað er í dag, sigur norski forsætisráðharrin.
Framtíðarútlitini eru væl kend. Ein ógvusligur vøkstur av eldri fólki og pensjónistum, minni inntøkur frá olju og gass, og minni vøkstur í oljuvinnuni fer at seta trýst á vælferðarsamfelagið í Noregi, skrivar NRK.
Tí sigur Erna Solberg, at um fleiri ikki koma út á arbeiðsmarknaðin, so er einki annað at gera enn at minka í vælferðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald