Mentan

Norðoyastevnan avlýst

Orsakað av koronustøðuni, verður Norðoyastevnan, sum skuldi vera í Klaksvík um vikuskiftið, avlýst

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-03 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin varð boðað frá, at Mentanarnáttin, sum skuldi vera í Havn í morgin, fyribils er útsett til eftir summarfrítíðina. Orsøkin er koronasmittan, sum nú er leys í samfelagnum aftur.

Les eisini: Mentanarnáttin í Havn fyribils útsett

Í Klaksvík var Norðoyastevna eisini á skránni um vikuskiftið, men eisini hon verður av ongum. Tað var Norðlýsið, sum bar tíðindini fyrr í dag, og í fráboðan á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, stendur nú soljóðandi:

Norðoyastevnan hevur verið fyriskipað í góðum samljóði við heilsumyndugleikarnar, og er lutvíst farin av bakkastokki.

Nú boðar Pál Weihe og farsóttarnevndin frá, at mett verður, at tamarhald ikki er á smittustøðuni í løtuni. Tey ynskja, at samfelagið og tiltøk annars steðga á og mæla teir til, at Norðoyastevnan verður avlýst.

Hetta harmast leiðslan í býráðnum um, men tekur tilmælið til eftirtektar og verður norðoyastevnan tí avlýst. Kunnað verður so hvørt broytingar eru.

Heitt verður á fólk og feløg annars um at taka hesi tilmæli í álvara og fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikanum.

Dagførd kl. 16.54

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder