Uttanlands

Norðukorea skeyt við projektilum í gjár

Ikki er greitt júst hvat slag av projektili talan var um

Mynd frá royndarskjóting hjá Norðurkorea í mai (Mynd: Ritzau)

Mynd frá royndarskjóting hjá Norðurkorea í mai (Mynd: Ritzau)

2019-07-25 07:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvey ókend projektil varð í gjár skotið úr frá landsynningspartinum av Norðurkorea. Tað siga myndugleikar í USA og Suðurkorea.

Projektilini vóru skotin úr Wonsan-økinum. Wonsan er ein býur í landsynningspartinum av Norðurkorea og liggur við Japanska havið.

Ein embætismaður í amerikanska herinum váttar hendingina og sigur, at talan er um eitt projektil, sum røkkur stutt. Hann sigur eisini at talan eru um minst eina royndarrakett, sum minnir um tær rakettirnar, sum Norðurkorea royndarskeyt í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder