Uttanlands

Norður- og Suðurkorea samd um nýggjan toppfund

Fundurin verður hildin í Pyongyang

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-13 16:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Embætisfólk frá Norðurkorea og Suðurkorea hava avtala nýggjan toppfund millum londini bæði í september.

Á fundi í bygdini Panmunjom, sum er ein vápnahvíldsbýur, sum liggur á landmarkinum millum londini, varð avtala at nýggi toppfundurin veðrur hildin í Pyongyang í Norðurkorea. Fundurin verður hildin í apríl, skrivar Ritzau.

Avtalan er eitt úrslit av fundi frá tá Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea, og Moon Jae-in, forsætisráðharri í Suðurkorea, hittust á fundi í apríl, har teir samdust um at nýggjur toppfundur skuldi verða í norðurkoreanska høvuðsstaðnum.

Hetta verður fyrstu ferð í meiri enn eitt áratíggju, at ein suðurkoreanskur forseti vitjar Pyongyang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder