Uttanlands

Norður- og Suðurkorea undirskrivað avtalu

Ætlanin er at steingja kjarnorkuvirki og at halda OL saman

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-19 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkoreanski forsetin Moon Jae-in er í løtuni í Pyongyang í Norðurkorea, har hann fundast við Kim Jong-un.

Koreansku leiðararnar hava nú undirskrivað eina felagskunngerð um "at beina fyri øllum hóttanum frá allari koreansku hálvoynni".

"Ein nýggj tíð uttan kríggj er byrjað," segði suðurkoreanski forsetin á tíðindafundi.

Eitt, sum er serstakliga týðandi í nýggju avtaluni er, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un hevur lovað at steingja eitt øki, har hann hevur gjørt royndir við rakettum, sum møguliga kundu rakt USA, og eitt annað økið, har hann fyrr hevur gjørt royndir við kjarnorkuvápnum.

Eisini eru ætlanir um at gera toksamband millum Norður- og Suðurkorea, so sundurskildar familjur kunnu finna saman aftur, og so londini kunnu samstarva á heilsuøkinum, skrivar DR.

Umframt hetta ynskja londini at søkja um at sleppa at samstarva um at halda OL í 2032.

Kim Jong-un hevur ætlanir um at vitja Suðurkoreanska høvuðsstaðin Seoul "í nærmastu framtíð", sigur hann, og fer tað at verða fyrstu ferð nakrantíð at ein norðurkoreanskur leiðari vitjar býin.

Les eisini: Eitt klemm millum koreanskar leiðarar áðrenn toppfundin í Pyongyang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder