![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Stýrið fyri Norðuratlantshúsið í Odense er á vitjan í Føroyum. Í dag vóru tey á Ráðhúsinum og kunnaðu um arbeiði teirra, og umrøddu eisini samstarvsmøguleikar á mentunar- og vinnulívsøkjunum.
Norðuratlantshúsið niðri í havnini í Odense er fimm ára gamalt sum møtistaður fyri føroyingar, íslendingar og grønlendingar. Mentanin úr hesum londum verður væl lýst og hópur av tónleikarum og listafólki annars hava vitjað og havt framførslur og framsýningar í húsinum.
Næsta ár verður stór regatta í sambandi við at Merkið verður hátíðarhildið. Vónin er at fáa nógva og góða vitjan úr Føroyum í tí sambandi.
Norðuratlantshúsið er vorðið ein miðstøð fyri øll norðurlendsku feløgini í býnum - tey hava eitt felags kór, sum syngur á øllum trimum málunum, og føroyingarnir hava eisini eitt dansifelag. Í húsinum heldur eisini ein noðuratlantiskur vinnuklubbi til, her er felags matstova - og hvønn fríggjadag ber til at keypa føroyskar fiskavørur úr fiskabilinum hjá Norðfrá, skrivar Tórshavnar kommuna.
Leiðslan í húsinum hevur fyrr vitjað í Føroyum at upplýsa um teirra virksemi. Hesaferð hava tey havt fundir við umboð fyri ferðavinnuna og Mentamálaráðið, og tey fara m.a. eisini at vitja í Klaksvík, sum er gamal vinabýur hjá Odense.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald