Uttanlands

Norðurírski rithøvundurin Lucinda Riley deyð

Bøkur hennara eru týddar til 37 ymisk mál, og eru tær seldar í 30 milliónum eintøkum um allan heimin – Bestseljandi rithøvundurin andaðist fríggjamorgunin av krabbamein

2021-06-12 16:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bestseljandi norðurírski rithøvundurin, Lucinda Riley andaðist fríggjamorgunin av krabbameini, 55 ára gomul. Eftir sita maður hennara og fýra børn teirra, skrivar írski miðilin RTE.

Lucinda Riley hevur givið út 24 bøkur, sum eru vorðnar týddar til 37 ymisk mál, og sum eru seldar í fleiri enn 30 mió. eintøkum um allan heimin.

Fyrsta bók hennara, "Lovers and Players" kom út í 1992, men ikki fyrr enn í 2010 fekk hon sítt stóra altjóða gjøgnumbrot við bókini "The Orchid House".

Hon er helst best kend fyri bókarøðina "The Seven Sisters", harav sjeynda bókin í røðini "The Missing Sister" kom út í apríl.

Bøkur hennara eru eisini týddar til fleiri norðurlendsk mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder