Uttanlands

Norðurkorea vil ikki avvápna enn

Orsøkin er at USA ikki heldur sín part av avtaluni, sigur norðurkoreanska uttanríkisráðið

Avtalan leiðararnir í báðum londunum undirskrivaðu í juni

Avtalan leiðararnir í báðum londunum undirskrivaðu í juni

2018-08-10 10:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

So leingi sum USA framhaldandi ákærur Norðurkorea fyri at sleppa sær undan teirra revsitiltøk, fer Norðurkorea ikki at avvápna heilt.

Norðurkorea leggur nú eftir USA, tí at amerikanarar blíva við at skumpa undir fyri at leggja revsitiltøk á landið. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur fyrr sagt, at revsitiltøkini móti Norðurkorea fyrst steðga, tá landið er heilt avvápna.

Men hesum vil Norðurkorea ikki finna seg í. Um landið skal avvápnast, so má USA byrja at halda sín part av avtaluni.

- So leingi sum USA noktar fyri at hava ein góðan dialog og heldur krøkir seg í gamlan sjónleik, sum fyrrverandi umsitingar hara roynt og miseydnast við, kann eingin væntað framstig í okkara felags yvirlýsing, sigur norðurkoreanska uttanríkisráðið sambært BBC.

Revsitiltøkini móti Norðurkorea eru millum annað ein avmarking av ráolju til Norðurkorea, eitt forboð móti at innflyta vovið plagg úr Norðurkorea, og at øll lond hava fingið forboð móti at geva nýggj arbeiðsloyvi til norðurkoreanskar gestaarbeiðarar.

Umframt revsitiltøkini er eisini kravið um ein fullkomna kjarnorkuavvápnan. Hetta kravið undirskrivaðu Donald Trump, forseti í USA, og Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea í juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder