Eitt fremmant vald – allarhelst Norðurkorea – royndi í fjør at fremja talgilt bankarán í Danmark. Tað skrivar Fregnartænastan hjá donsku verjuni í eini hóttanarmeting fyri fíggjargeiran.
Thomas Lund-Sørensen, sum starvast hjá donsku verjuni sigur, at orsøkin er, at Danmark er so talgilt. Tað gevur meiri meining, at royna at stjala talgilt heldur enn at renna inn í ein banka við skotvápn í hond.
Danske Bank og Saxo Bank hava síðani sagt, at tey vóru álopin.
Sambært donsku verjuni er tað tó ikki bert bankarnir, men eisini vanligir borgarar, sum kunnu blíva raktir av slíkum álopum. Hetta er gjørligt, tí at flestu danir brúka netbanka og banka á fartelefonini, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald