Á sumri í fjør skipaði Norðurlandahúsið fyri summarskeiðum fyri børnum og ungum. Tá varð skipað fyri 21 ymiskum skeiðum innan tónleik, list, dans og sjónleik við uml. 250 luttakarum.
Sambært Norðurlandahúsinum hevur stóra undirtøkan í fjør elvt til, at avgerð er tikin um aftur í ár at bjóða út summarskeið. Tí bjóðar Norðurlandahúsið nú aftur listafólkum og øðrum at halda skeið fyri teimum ungu.
Skeiðini, sum skulu verða fyri børn og ung í aldursbólkinum 6-16 ár, verða í tíðarskeiðnum 5. juli – 15. august.
– Hevur tú eitt gott hugskot til eina verkstovu ella eitt skeið? So vilja vit sera fegin hoyra frá tær. Allar listagreinar eru vælkomnar umframt annað virksemi (t.d. tøkni, politikkur, skriving, skemt osfr.), skrivar Norðurlandahúsið.
Umsóknarfreistin er týsdagin 1. juni, og allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 10. juni, og skulu skeiðini lýsast skjótast gjørligt eftir hetta.
Meira kunning um treytirnar, og hvussu ber til at søkja, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald