Innanlands

Norðurlendsk bróstkrabbaráðstevna í Føroyum

Ráðstevnan verður í døgunum 21-22 september á Hotel Føroyum

Mynd: Krabbameinsfelagið

Mynd: Krabbameinsfelagið

2018-09-10 18:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vikuskiftið 21. og 22. september 2018, verður norðurlendsk ráðstevna á Hotel Føroyum, fyri kvinnur, sum hava havt bróstkrabba. Tað er bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum, sum skipar fyri.

Ráðstevnan er fyri kvinnur, sum hava havt bróstkrabba og arbeiða sum sjálvboðin hjá Krabbameinsfeløgum í norðanlondum. Talan er um eina afturvendandi ráðstevnu, ið verður hildin annað hvørt ár.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva sjálvbodnum eitt høvi at koma saman, fáa undirvísing og íblástur frá hvørjum ørðum. Umleið 140 kvinnur luttaka ráðstevnuna, skrivar Krabbameinsfelaigð á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder