Norðurlendska Michelin-handanin, sum skuldi vera 8. februar mátti útsetast orsakað av koronu, men nú boðar Michelin frá, at ársins Michelin-handan verður í september í norska býnum Stavanger.
Tá norðurlendsku Michelin-stjørnurnar verða handaðar í heyst, verður møguligt at stroyma handanina beinleiðis á YouTuba-rásini Michelin Guide, skrivar Ritzau.
Føroyar hava eina Michelin-matstovu – Koks. Koks hevur tvær Michelin-stjørnur umframt eina grøna stjørnu fyri at matgerða burðardygt.
Koks fekk fyrstu stjørnuna í 2017, og tvey ár seinni fekk matstovan eina afturat. Í fjør fekk Koks síðani grønu stjørnuna fyri burðardygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald