Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur aftur í dag verið á fundi við norðurlendsku starvsfeløgum sínum um støðuna viðvíkjandi korona.
Á fundinum kunnaðu ráðharrarnir hvønn annan um støðuna og um tey tiltøk, sum eru sett í verk til tess at forða fyri smittuspjaðing.
Hetta skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari.
Tiltøkini líkjast nógv. Svøríki er landið, ið líkjist mest frá, men hevur í seinastuni eisini sett strangari tiltøk í verk fyri at steðgað smittuspjaðing.
Les eisini: Koronatølini í Svøriki vaksandi
Felags fyri londini er, at vanliga virksemið er skert sera nógv. Í øllum londunum eru almennir stovnar stongdir, starvsfólk innan bæði tað almenna og privata arbeiða heima, í tann mun tað ber til, avmarkingar eru innan flogferðslu og almennan ferðafólkaflutning o.s.fr.
Vinnulívið er eisini hart rakt í Norðurlondum, og hetta hevur ført við sær, at fleiri hjálparpakkar eru settir saman seinastu tíðina. Ráðharrarnir umrøddu síðani, hvør leistur skal veljast, tá farið verður undir aftur at lata londini upp aftur. Londini eru samd um, at hetta fer at taka drúgva tíð, tí tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt stigvíst og skynsamt, so tað ber til at hava tamarhald á støðuni við korona.
Viðvíkjandi koronakanningum eru ymsar mannagongdir, Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði á fundinum, hvussu hetta er gjørt í Føroyum - hátturin og mongdin av kanningum hevur verið nógv umrøddir í Føroyum og uttanlanda í seinastuni.
Higartil eru umleið níggju prosent føroyingum kannaðir fyri korona. Hetta er hægsta talið í Norðurlondum. Í løtuni er ein tilgongd í millum annað Danmark við at kanna nógv fleiri.
- Vit hava øll nógv at læra av hvørjum øðrum. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at vit í Norðanlondum samstarva væl saman, tí einki land klárar einsamalt at loysa kreppuna við korona, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Her síggjast millum samlaðu tølini og yvirlit fyri ymsu londini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald