Løgreglan í Norra sær seg nú noydda at ávara foreldrum móti at lata smábørn síni sova úti í barnavogni. Orsøkin er ein hending í Finnmark, har ein revur hoppaði upp í ein barnavogn og leyp á eitt sovandi smábarn.
Foreldrini at 10 mánaðir gamla barninum hoyrdi barnið skríggja í babyalarminum og fóru út at hyggja til barnið, tá tey sóu revin.
- Tá eg kom út sá eg ein ágangandi rev hálvan vegin upp í vognin, meðan Sander lá og skríggjaði og bløddi um kjálkan, sigur pápin at barninum.
Páoin kastaði ein urtapott eftir revinum, men hesin flutti seg ikki og gjørdist enn meiri ágangandi. Tað eydnaðist pápanum at fáa barnavognin inn um dyrnar, hóast revurin royndi at koma inn við.
Revurin varð sjúkur av einari mottu, sum ger at hann missir hár og gerst ágangandi, skrivar norska Verdens Gang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald