Uttanlands

Norra umhugsar at boykotta Huawei

Nú eru norðmenn eisini bangnir fyri njósning

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-10 13:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norra umhugsar at útisteingja kinesiska telerisan Huawei frá at bjóða uppá komandi útbyggingina av telenetinum í landinum til 5G-net.

Norra eru, eins og fleiri onnur vesturlendsk lond, stúrin fyri at lata Huawei standa fyri útbyggingini, eftir illgruna um njósning

- Norra eru eins og USA og Stórabretland stúrin fyri at privatir og statsligir aktørar í Norra verða útsettir fyri njósning, sigur norski løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara við Reuters.

USA og Stórabretland hava longu sett forboð móti Huawei sum útvegara av útgerð til telenetið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder