2018-12-25 11:07
Norski forsætirsráðharrin, Erna Solberg, sigur, at hon fleiri ferðir hevur verið noydd at slettað sjónbond, sum vísa drápið av norsku Maren Ueland og donsku Louisa Vesterager Jespersen, av sínum Facbook vanga.
28 ára gamla Maren og 24 ára gamla Louisa vórðu mánadagin í farnu viku funnar dripna í fjøllunum í Marokko, har tær høvdu sovið í tjaldi.
Fleiri norðmenn og danir, serliga vinir og kenningar hjá dripnu gentunum, hava farnu vikuna fingið sent sjónbond av drápinum.
Fleiri handtøkur eru gjørdar í málinum. Teir handtiknu hava svorið trúðskap til Islamiska Statin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald