Uttanlands

Norskir myndugleikar almannakunngera sjónband í samband við burturflyting

68 ára gamla kona norska ríkmannin varð burturflutt fyri 71 døgum síðani

2019-01-10 12:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Anne-Elisabeth Falkevik Hagen, sum er kona norska milliarderin Tom Hagen, varð tikin úr heimi sínum fyri 71 døgum síðani.

Brotsmenninir krevja at fáa loysipening í kryptovaluta, og hetta er sostatt fyrstu ferð, at kryptovaluta verður kravt sum loysipening í Norra.

Løgreglan hevur arbeitt við sakini í loyndum, men nú hevur hon valt at almannakunngera sjónband, har illgrunasamir menn síggjast ganga uttanfyri húsini hjá Hagen húskinum tann morgunin Anne-Elisabeth varð burturflutt.

Løgreglan vil í samband við menninar og vónar at teir sjálvir seta seg í samband við løgregluna ella at onnur fólk kenna teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder