Norska verjuskipið KV Sortland er nú komið fram til niðurlendska farmaskipið Eemslift Hendrika, sum hevur rikið fyri vág og vind í sjaskveðri vestur úr Noregi eftir at manningin varð tikin upp í bjargingartyrlu.
Skipið hevur maskinskaða, og vandi hevur verið fyri, at tað fór at hvølvast og kanska søkka.
Kystvakten í Noregi sendi skipið Sortland móti niðurlendska skipinum, og sambært ‘trackaranum’ marinetraffic.com, er norska skipið nú komið fram til neyðstadda skipið.
NRK skrivar at eigarin av skipinum, hollendska reiðaríið Amasus Shipping hevur bílagt niðurlendska bjargingarbátin Smit Salvage at royna at bjarga skipinum, men enn er óvist, um bjargingarskipið er sent avstað á uppgávuna
Les eisini: Vandi fyri at farmaskip hvølvist og søkkur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald