Í Noregi er talið á koronasjúklingum, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi, nú so lágt, at mann byrjar at tosa um, at farsóttin er við at vera liðug.
Tað sigur Preben Aavitsland, yvirlækni hjá norska heilsustýrinum, Folkehelseinstituttet.
– Her í Noregi er farsóttin so at siga liðug. Tað eru fá, sum eru innløgd á sjúkrahúsunum og færri enn nakrir túsund smittutilburðir um vikuna. Talið minkar skjótt, samstundis sum at fleiri verða koppsett, sigur hann.
– Vit fara at síggja lítil útbrot her og har, men vit vita, hvussu vit skulu steðga teimum, sigur hann við NRK.
Á myndini, sum yvirlæknin hevur deilt á sosiala miðilin Twitter, sæst, at talið á nýggjum innleggingum er nógv minkað seinstu mánaðirnar. Í mars og apríl var talið uml. 200 innleggingar um vikuna, men seinastu vikurnar hevur talið ligið nærri 50.
Det var den pandemien pic.twitter.com/qEKNaubgkr
— Preben Aavitsland (@Prebens) June 6, 2021
Og talið á innleggingum er besti mátin at meta um, hvussu koronastøðan er, heldur Preben Aavitsland.
Fleiri avmarkingar og tiltøk eru enn galdandi í Noregi, eitt nú sóttarhaldskrav til ferðandi, men sambært Preben Aavitsland eigur Noreg spakuliga at leggja meira dent á at hjálpa øðrum londum við at koma gjøgnum farsóttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald