placeholder
Uttanlands

Norwegian fer nú á flog aftur

Norska flogfelagið byrjar at flúgva í juli – men ikki tvørtur um Atlantshav

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-06-17 09:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska lágprísflogfelagið Norwegian fer nú rættiliga á flog aftur. Næsta mánaða letur felagið 76 millumlanda rutur uppaftur, boðar Norwegian frá í tíðindaskrivi í morgun.

Talan er um rutur millum størru floghavnirnar í Norðurlondum, og ferðir suðureftir úr høvuðsfloghavnunum í Skandinavia.

Men tað verður ikki flogið tvørtur um Atlantshav í fyrsta umfari.

So nú kann Norwegian taka uppaftur kappingina við SAS, sum í gjár upplýsti, at fleiri flogrutur byrja aftur, herundir tríggjar rutur til USA.

- Nú okkara kappingarneytar byrja aftur, mugu vit eisini melda okkum við í kappingina aftur, nú samfelagið spakuliga nærkast tí normala, sigur ovasti stjórin í Norwegian, Jacob Schram, í tíðindaskrivinum.

Galdandi er fyri bæði SAS og Norwegian, at tey ferðandi skulu bera masku á allari ferðini. Børn undir seks ár eru tó undantikin. Tað verður heldur ongin vistveiting umborð á flogførunum, skrivar Ritzau. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder