placeholder
Innanlands

Nú ber til at ganga út í Mykineshólm

Fríggjadagin varð stongt fyri allari gongu út í Mykineshólm, men nú ber aftur til at ganga út í hólmin

Mynd: Andrea Ricordi/VisitFaroeIslands

Mynd: Andrea Ricordi/VisitFaroeIslands

2018-08-12 15:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í Degi og Viku fríggjadagin segði Poul Sundskarð frá Hiking.fo, sum umsitur leiðina út í Mykineshólm, at tey frámæltu fólki at ganga út í hólmin. Nógv ferðafólk og keðiligt veður hevði gjørt, at tað ikki var ráðiligt at fara eftir gongugøtuni í lundalandinum í Mykinesi. 

Men í útvarpstíðindunum hjá kringvarpinum í dag vistu tey at siga, at tað aftur er trygt at ganga eftir gongugøtuni. 

- Í dag er ein tann besti dagurin í Mykines í ár. Gøtan er góð at ganga eftir, so vit hava latið hana upp aftur, segði Poul Sundskarð millum annað í útvarpstíðindunum. Hann greiddi frá, at ættin var skift eftir at avgerð varð tikin um at steingja gøtuna, og at tað tí aftur var ráðiligt at ganga út í hólmin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder