Innanlands

Nú byrja sjómannadagarnir

Summarfestivalurin hevur nóg illa lagt seg, og longu nú byrjar næsta stóra tiltakið í Klaksvík

Sjómannadagur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Sjómannadagur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-12 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Summar festivalurin endaði sunnunáttina, og longu í kvøld byrja næsta stóra tiltakið í Klaksvík.

Sjómannadagar mynda virksemið í Klaksvík hesa vikuna. Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.

- Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

- Øll tiltøk, matur og annað sum vit bjóða øllum í vitja Føroya Sjómannadag eru ókeypis. Hetta er gjørligt takka verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.

Gjøgnum vikuna eru ymsir fyrilestrar, og fríggjadagin er stór fiskikapping á Kósabrúnni, og eftir tað verður vatnkríggj á vágnni.

Leygardagin verður stóra tailtakið, har nógv ymiskt er á skránni. Millum annað fæst Fisk & Chips frá JFK, makrelur frá samtakinum Christian í Grótinum og laksur frá Bakkafrosti.

Sí alla skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder