2018-09-10 16:47
Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Vant verður í marhøllini í Vági týsdagar kl. 13.30. Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.
- Krabbameinsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald