![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í mai boðaði Hotel Hafnia frá, at nýggja hotelli á Oknarvegi kom at standa klárt tann 1. mai 2020. Í dag er graviarbeiðið byrjað.
Tað er byggifelagið Articon, sum stendur fyri byggingini av hotellinum. Eftir ætlan skuldi byggingin byrjað í august, og hotellið skal so verða klárt at taka í nýtslu 1. mai 2020.
Hotellið er sniðgivið soleiðis, at tað passar væl inn í náttúruna og lendið. Útsíðurnar verða úr timbri og glasi, og flag verður lagt á tekjuna. Hotellið hevur 126 kømur, góð fundarhøli og góð parkeringsviðurskifti, har pláss er fyri 130 bilum. Ætlanin er, at hotellið skal kunna hýsa bæði føroyingum og útlendskum ferðafólki, ið hava tørv á gisting og fundarvirksemi.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald