Uttanlands

Nú er øskan hjá Henrik prinsi spreidd

Helvtin av øskuni er sett niður í eina krukku, meðan hin helvtin er spreidd í danska sjógvin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-09-08 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur kongafamiljan gjørt eftir seinasta ynskinum hjá Henrik prinsi, og spreitt øskuna hjá honum.

Hesum boðar Kongshúsið frá í tíðindaskrivi.

Helvtin av øskuni er sett niður í eina krukku í privata havanum á Fredensborg Slot, meðan hin helvtin er spreidd í danska sjógvin.

Í báðum førum var familjan hjá prinsinum savnað, og hon ynskir ikki at siga meira um tað, skrivar DR.

Henrik prinsur andaðist 13. februar í ár, og gjørdist 83 ára gamal.

Prinsurin ynskti fyrst at verða kremeraður, og síðani at øskan hjá honum skuldi verða deild í tvey.

Henrik Prinsur átti upprunaliga at verða jarðaður saman við konu sínari í dómkirkjuni í Roskilde, men í fjør gjørdi hann av at broyta ta ætlanina. Hetta vakti stóran ans.

Á tíðindafundi í august segði Margretha drotning, at hon góðtók síðsta ynskið hjá manninum.

"Hann var jú eitt frítt menniskja, og tað var hansara avgerð. Tað góðtaki eg jú," segði hon.

Á hesum tíðindafundinum greiddi drotningin eisini frá, at øskan hjá prinsinum ikki varð spreitt enn.

"Tað fer at henda, men vit hava ikki gjørt alt enn," segði drotningin tá.

Í august í fjør greiddi Henrik prinsur frá í samrøðu við Se & Hør, at hann varð ónøgdur við ikki at vera javnsettur við konu sínari, og tí hevði hann tikið avgerðina um ikki at verða jarðaður undir liðini á drotningini.

Ein mánað seinni, boðaði Kongshúsið frá, at Henrik prinsur hevði demens, ið kundi hava við sær broytingar í atburði og metingarevni.

Hetta broytti tó ikki avgerðina hjá prinsinum, segði Kongshúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder