Tað var í oktober, at Ternan varð tikin úr sigling, tí hon skuldi til 40 ára klassing. Upprunaliga ætlanin var, at hon skuldi í sigling aftur fyri jól í fjør, men arbeiðið vísti seg at taka nógv longri tíð enn væntað. Í morgun kom hon so endiliga í sigling aftur á Nólsoyarleiðini, og báturin var fullur av bæði bilum og fólkum.
Ternan verður tó ikki leingi í sigling millum Havnina og Nólsoynna, tí týsmorgunin í aðru viku fer hon í sigling á Sandoyarleiðini, meðan Teistin er til 20 ára klassing. Í meðan Ternan siglir fyri Teistan, fer Erla Kongsdóttir aftur at røkja Nólsoyarleiðina, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
– Um alt gongst væl, fer Ternan í sigling á Sandoyarleiðini týsmorgunin eftir hvítusunnu, sigur hann, og leggur afturat, at tað higartil hevur gingist væl hjá Ternuni, síðan hon koma aftur av beding.
– Allar royndirnar, vit hava gjørt um vikuskiftið hava riggað væl, og tað er so orsøkin til, at vit valdu at seta hana aftur í sigling í morgun.
Tá klassingin hjá Teistanum er liðug, kemur Ternan møguliga aftur í sigling á Nólsoyarleiðini, men tað er nakað, Strandferðslan fer at taka støðu til til ta tíð, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Dagførd kl. 22.01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald