Uttanlands

Nú eru níggju tilburðir staðfestir í Nuuk

Allir tilburðirnir eru knýttir at flogvallabyggingini, sum danska byggifelagið Munck Gruppen stendur fyri

(Mynd: KNR)

(Mynd: KNR)

2021-06-06 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri vórðu fleiri nýggir koronutilburðir staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, sum annars hevði verið stórtsæð smittufríður í eitt ár.

Fyri tveimum vikum síðani vórðu tveir smittutilburðir staðfestir hjá persónum, sum vórðu komnir úr Danmark, og fáar dagar seinni varð ein triði persónur, sum hevði samband við hinar báðar, eisini staðfestur smittaður.

Síðani er ferð sett á kanningina aftur, og higartil eru tilsamans níggju tilburðir funnir í Nuuk, sum er einasta staðið, smitta er staðfest í løtuni, skriva grønlendskir miðlar.

Sambært Jyllands-Posten eru allir tilburðirnir knýttir at flogvallabyggingini í Nuuk, sum danska byggifelagið Munck Gruppen stendur fyri.

Tilsamans eru 43 smittutilburðir staðfestir í Grønlandi. Landið hevur eingi andlát skrásett í sambandi við smittuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder