Uttanlands

Yvirlit: Nú eru seks demokratar eftir

Bernie Sanders, Joe Biden, Elizabeth Warren, Michael Bloomberg, Amy Klobuchar og Tulsi Gabbard – tey eru nú einastu valevnini, sum eru eftir í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum

Nøkur av demokratisku valevninum (Mynd: EPA)

Nøkur av demokratisku valevninum (Mynd: EPA)

2020-03-02 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at Pete Buttigieg í gjár tók seg úr forsetavalstríðnum, eru bert seks valevni eftir, sum kappast um at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum.

Tann, sum er fremst í kapprenningini í løtuni er 78 ára gamli Bernie Sanders, senator í Vermont. Hann hevur í løtuni 60 valmenn. Í 2016 var hann nær við at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum, men sum kunnugt, var tað Hillary Clinton, sum vann undanvalið hjá demokratunum.

[object Object]Mynd: EPA

Beint í hølunum á Bernie Sanders við 53 valmonnum er 77 ára gamli Joe Biden. Hann var varaforseti undir Barack Obama, og at byrja við var hann stóri favoritturin. Hetta er triðju ferð, Joe Biden stillar upp til forsetavalið.

[object Object]Mynd: EPA

Elizabeth Warren, senator úr Massachusetts, hevur 8 valmenn. Hon er kend fyri at stríðast fyri brúkararættindi og sosialt rættvísi. Í oktober var hon ein av favorittunum, men støðan er broytt nakað síðani. Elizabeth Warren er 70 ára gomul.

[object Object]Mynd: EPA

Milliardingurin Michael Bloomberg meldaði seg inn í valstríðið eitt sindur seinni enn hini valevnini, og tað hevur ikki beinleiðis verið ein fyrimunur hjá honum til fyrstu undanvalini. Hann er 78 ár, 11. ríkasti maður í heiminum og eigari miðlasamtakið Bloomberg. Í árunum 2002 – 2013 var han borgarstjóri í New York City. Enn hevur Michael Bloomberg ongan valmann.

[object Object]Mynd: EPA

59 ára gamla Amy Klobuchar er senator úr Minnesota, og hevur hon støðugt ligið í toppinum millum best umtóktu valevnini í valstríðnum. Í USA er hon væl kend fyri atfinningar sínar móti Brett Kavanaugh, sum Trump tilnevndi sum hægstarættsdómara í 2018. Amy Klobuchar hevur 7 valmenn.

[object Object]Mynd: EPA

Seinasta valevnið er 38 ára gamla Tulsi Gabbard, sum umboðar Hawaii í Umboðsmannatinginum. Hon er majorur, sum fyrr hevur verið í Irak. Valstríðið hjá henni hevur ikki gingið serliga væl, men kortini heldur hon fram í valstríðnum. Eins og Michael Bloomberg hevur hon ongan valmann.

[object Object]Mynd: EPA

Í morgin er sonevndi supertýsdagurin (Super Tuesday), har undanval verður í heili 14 statum. Fleiri enn 1.200 valmenn eru uppá spæl.

Val verður í hesum statum: Alabama, Arkansas, California, Colorado, Maine, Massachusetts, Minnesota, North Carolina, Oklahoma, Tennessee, Texas, Utah, Vermont, og Virginia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder