Innanlands

Nú eru vit fleiri enn 51.000

Tann 1. juli var fólkatalið 51.043

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-20 10:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tann 1. juli 2018 vóru vit fleiri enn 51.000 fólk í Føroyum. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya.

Fólkatalið var 51.043 tann 1. juli. Tað vaks við 830 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2017 – 1. juli 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 55 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 166 størri.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.126, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 424 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 593 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð - enn
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøkstrinum lá um 1,5% fyri hvørt fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann er nú er knappliga 1,7%.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder