2018-09-04 12:41
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum hevur lagt um frá olju til vatnorku. Nýggj turbina er tikin í brúk, sum fer at veita hita til meginpartin av leguhúsinum og svimjihylinum.
Ein lítil byrging er gjørd, og gjøgnum hesa fær turbinan framleitt 67 KW.
VP.fo skrivar, at árliga oljunýtslan hjá Zarepta lá um 40.000 litrar, og at nýggja skipanin fer at gera, at turbinan megnar at veita størsta partin av árligu nýtsluni. Nýggja skipanin hevur kosta áleið eina millión krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald