2018-09-17 13:26
Allir sendarir eru nú virknir aftur
Í nátt slóð snarljósið niður í sendaran á Sornfelli, og tí hoyrdist útvarpið ikki fleiri staðni í landinum í morgun.
Í Sørvági, í Kvívík, á Stykkinum og í Kollafirði hoyrdist útvarpið m.a. ikki.
Fólk hjá Føroya Tele hava arbeitt við at umvæla og umleggja í allan morgun, og nú eru allir sendararnir virknir aftur, skrivar KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald