Innanlands

Nú kunnu dreingir eisini fáa ókeypis koppseting móti HPV

Dreingir millum 12 og 17 ár hava nú eisini rætt til ókeypis HPV-koppseting, sambært nýggjari kunngerð hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum

Mynd: Heilsu- og Innlendismálaráðið

Mynd: Heilsu- og Innlendismálaráðið

2019-07-26 21:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur sett í verk kunngerð, sum víðkar um heimildina at fáa ókeypis HPV-koppseting til eisini at fevna um dreingir millum 12 og 17 ár.

Kanningar vísa, at HPV-koppsetingin hevur við sær fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum, t.v.s. vera við til at fyribyrgja ávísum sløgum av krabbameini og sjúkum, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið á heimasíðu sína.

Til ber at síggja kunngerðina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder