Frá í dag sleppa koppsett ferðafólk úr øllum heiminum inn í Spania.
Vónin er, at hetta kann seta ferð á ferðavinnuna, sum hevur verið hart rakt undir hesari farsóttini, sigur spanski heilsumálaráðharrin, Carolina Darias, sum sigur Spania vera eitt trygt ferðamál.
Higartil eru evropeisk ferðafólk sloppin inn í landið við einari negtaivari PCR-kanning, og frá mánadegnum er eisini møguligt at vísa til eina antigen-kanning.
Sambært Ritzau hevur Stórabretland tó ikki broytt kravið um sóttarhald til ferðandi úr Spania. Ein stórur partur av ferðafólkunum, sum vanliga ferðast til Spania, eru annars bretar. Í 2019 vitjaðu 83,5 mió. ferðafólk í Spania, og 5. hvørt ferðafólk var breti.
Danska uttanríkismálaráðið frámælir eisini framvegis allar óneyðugar ferðir til Spania. Ávís øki eru tó undantikin.
Spania var millum tey londini í vesturheiminum, sum búskaparliga vórðu harðast rakt av koronafarsóttini.
Spanska stjórnin ætlar at fáa 45 mió. ferðafólk til landið, áðrenn árið er liðugt. Í endanum av apríl var talið tó bert komið upp á 1,8 mió.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald