Uttanlands

Nú mótmæla tey aftur í Hong Kong

Fleiri hundrað fólk savnast í dag fyri at mótmæla eina nýggja trygdarlóg hjá Kina

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-05-24 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag savnast hundraðtals fólk á gøtunum í Hong Kong at mótmæla eina nýggja trygdarlóg hjá Kina.

Mótmælið gongur fyri seg í handilsøkinum Causeway Bay, og løgreglan stendur á varðhaldi uttanfyri skrivstovuna hjá kinesiska umboðnum í Hong Kong og steðgar fólki á gøtuni fyri at kanna tey.

Eisini verða mótmælisfólk ávarað móti at savnast fleiri enn átta fólk. Tað er markið, sum Hong Kong hevur sett orsakað av koronasmittuni.

Sambært nýggja lógaruppskotinum, gevur Kina sær sjálvum valdið til at gera lógir fyri Hong Kong í sambandi við at fyribyrgja og revsa yvirgang, loysingarroyndir og útlendska uppílegging, skrivar Ritzau.

Í fjør savnaðust stórar mannamúgvur á gøtunum í Hong Kong fyri at mótmæla kinesiska stýrið. Hetta elvdi til harðligar samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder