Innanlands

Nú nærkast 7000 metrum

Í vikuni rundar spreingingin til Eysturoyartunnilin allarhelst 7 kilometrum

Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

2018-09-10 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í seinastu viku vórðu 145 metrar sprongdir av Eysturoyartunnlinum. Nú er sprongdir 6.921 metrar, av 11.250 metrum.

Av Hvítanesi vórðu sprongdir 74 metrar, so at har nú íalt eru sprongdir 3.366 metrar.

Frá móti Hvítanesi vórðu sprongdir 44 metrar, so at nú eru sprongdir 1.055 metrar, meðan frá rundkoyringini móti Rókini vórðu sprongdir 27 metrar. Har eru nú sprongdir 875 metrar.

Soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu tíðina, bendir alt á at 7000 metrar verða rundaðir í vikuni.

Í vikuni rundar spreingingin til Eysturoyartunnilin allarhelst 7 kilometrum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder