Innanlands

Nú nærkast summarið endanum

Hitin liggur um 10 hitastig restina av vikuni

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-11 11:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið hesa restina av vikuni ber boð um at heystið nærkast. Regnæl og vindur myndar vikuna.

Í dag er avfallið millum 0,2 og 0,7 mm fram til klokkan 14, áðrenn hann slítur í. Hitin millum 10 og 11 hitastig og vindur av útsynningi vestan og vestan millum 6 og 8 m/s.

Í nátt og í morgin er turt, hitin tann sami, og millum 7 og 11 m/s av vestan. Í annaðkvøld skiftur ættin til útsynning vestan og sunnan millum 7 og 8 m/s og hitin um 10 stig. Klokkan 22 verður avfall millum 0,3 til 0,8 fram til klokkan 02.

Hósdagin er turt, hitin millum 9 og 11 hitastig, vindmegin millum 2 og 7 m/s av útsynningi vestan og útnyrðingi vestan.

Fríggjadagin minkar hitin niður í 9 hitastig, og nógv regn millum 2 til 2,7 mm. Ættin verður skiftandi við millum 4 og 7 m/s.

Vikuskiftið verður turt, hitin millum 9 og 10 hitastig og vindurin millum 3 og 7 m/s av vestan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder