Innanlands

Nú skulu ársins leiðarar finnast

Leiðaradagurin verður 31. januar 2020

Ársins leiðarar í ár vóru Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna

Ársins leiðarar í ár vóru Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna

2019-11-28 07:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

31. januar 2020 verður Leiðaradagur á Hotel Føroyum. Hetta er eitt tiltak, har ársins leiðarar verða kjósaðir.

Ársins leiðarar verða kosnir fyri at fagna leiðslufakinum og minna á, at góð leiðsla er ein torfør disiplin, sum eigur at takasst í álvara. Leiðarar hava stóra ávirkan á lívið hjá einum røð av menniskjum. Ikki bara sínum starvsfólkum.

Nú leita fyrireikararnir av leiðaradegnum, Synergi, eftir uppskotum til hvørji skulu fáa heiðurin næsta ár. Ársins leiðarar hava verið kosnir á hvørjum árið síðani 2005.

Alment og privat
Tveir Ársins Leiðarar skulu veljast, ein innan privata vinnulívið og ein innan tað almenna. Synergi vónar at fáa eina rúgvu av tilnevningum við góðum grundgevingum.

Tað ber væl til at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal vera ovasti stjóri/leiðari á eini fyritøku/stovni/felagi ella nevndarforkvinna/-maður. Ein væl skikkað dómsnevnd tekur, út frá tilnevningunum, endaliga støðu til hvørji gerast Ársins Leiðarar 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder