Uttanlands

Nú sleppa kinesarar at fáa trý børn

Síðan 2015 hevur verið loyvt at fáa sær tvey børn, og nú verður markið hækkað enn einaferð

Shanghai, Kina (Mynd: EPA)

Shanghai, Kina (Mynd: EPA)

2021-06-02 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í árunum 1979 – 2015 var bert loyvt foreldrum í Kina at hava eitt barn, við ávísum undantøkum. Orsakað av stóru minkingini í talinum á barnsburðum, var lógin seinni broytt til at loyva tveimum børnum í staðin fyri eitt, men tað tykist ikki at hava riggað, og nú verður boðað frá, at talið á loyvdum børnum er hækkað upp í trý.

Sambært BBC er tað m.a. kostnaðurin av at hava børn í teimum stóru býunum, sum er orsøkin til, at nógv pør aftra seg við at fáa meira enn eitt barn.

Ein onnur orsøk er, at fleiri ættarlið av kinesarum eisini eru von við at vera einabørn og at hava lítlar familjur, umframt at familjur í dag ikki hava eins stóran tørv á at hava fleiri børn, sum kunnu fara út at arbeiða.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur, at nýggja lógin, eins og gomlu lógirnar, ið ásettu mark fyri, hvussu nógv børn ein slapp at hava, er eitt brot á mannarættindini.

– Myndugleikarnir eiga ikki at áseta, hvussu nógv børn fólk sleppa at fáa. Heldur enn at dagføra barnapolitikkin, átti Kina at virða persónligu avgerðirnar hjá fólki og steðga við at gera seg inn á familjuætlanirnar hjá fólki, sigur Joshua Rosenzweig úr deildini hjá Amnesty í Hong Kong.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder